Stephenie Meyer var fullkomiliga ókend, líka til hon hevði skrivað bókina Skýming,Twilight, sum kom út á enskum í 2005.
Hon er fødd í 1973 og vaks upp í Phoenix og fór at lesa enskar bókmentir á Brigham Young University. Har hitti hon mann sín og giftist 21 ára gomul, búsettist stutt uttan fyri Phoenix og fekk síðan tríggjar synir.
Tá ið fyrsta bókin í røðini Skýmingarsøgur kom út í 2005, reyk hon beinanvegin upp á fimta pláss í bestseljaralistanum hjá New York Times og varð eisini vald sum besta ungdómsbók av bæði Amazon.com og Publishers Weekly.
Bókin er í dag týdd til 20 mál.

 

Útgávur:
2009 Skýming

2010 Nýmáni

 

Ummæli:

Inna Törnroos: Blóðdryppandi kærleikssøga. Sosialurin/Vikuskiftið 8. januar 2010

 

Heimasíða:

www.stepheniemeyer.com

 

Stephenie Meyer

 

Skýmingarsøgur - Nýmáni

Onnur bókini í røðini Skýmingarsøgur

Onnur bókini í røðini Skýmingarsøgur

Skýmingarsøgur - Skýming

Skýming er ein ómetaliga tølandi og spe...

Skýming er ein ómetaliga tølandi og spennandi søga, ið fer at halda lesaranum fangaðum, líka til seinastu síðu.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo