1897-1962

William Faulkner var amerikanskur rithøvundur, føddur í New Albany í Missisippi.

Hann hevði heilt sermerktan skrivistíl, ið m.a. var eyðkendur av, at tað skrivaða er eitt slag av tilvitskustreymi (stream of consciousness). Hann verður ikki hildin at vera ein lættur rithøvundur at lesa, av tí at hann brúkar nógvar ymiskar mátar at siga frá: t.d. symbolismu, allegori, fleiri frásøgurøddir og ymisk sjónarhorn.

William Faulkner var rættiliga ókendur høvundur, til hann fekk Nobelheiðurslønina í bókmentum í 1949.

 

Útgávur:

Frúgvin Emily í Firvaldsfikkuni Minnisvarðin

 

Heiður:

1949 Nobelheiðursløn fyri bókmentir

1951 National Book Award

1955 National Book Award

1955 Pulitzer virðislønina

1963 Pulitzer virðislønin

 

William Faulkner

 

Minnisvarðin

3. firvaldsfikka við stuttsøgum.

3. firvaldsfikka við stuttsøgum.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo