Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Leif Esper Andersen

    1940-1979

    Leif Esper Andersen var danskur rithøvundur, myndlistafólk og lærari. Bøkur hansara er eyðkendar fyri skaldsøguskriving í sjeytiárunum. Nógvar lýsa samfelagstrupulleikar, m.a. innflytarar og hjúnaskilnaður.  Áskoðanir rithøvundans koma týðiliga til sjóndar í skrivingini. Sjálvt um Leif Esper Andersen gjørdi greitt, at hann var sosialistur, so snúgva bøkur hansara seg meira um ábyrgd og eksistensiellar trupulleikar hjá tí einstaka enn um sosial viðurskifti.
    Fyrsta bók hansara og eisini kendasta er Mannjagstran (Heksefeber), sum kom út á donskum í 1974. Hon hevur verið sera nógv brúkt í donskum skúlum.
    Aðrar kendar bøkur eru m.a Fremmed (1975), Hakkedrenge (1976) og Træl og fri (1979).

     

    Útgáva:

    1990 Mannjagstran

     

    Ummæli:

    Zenia Johnson: Leif Esper Andersen: Heksefeber. fortællingen.dk

     

    Umrøða

    Torben Weinreich: Leif Esper Andersen. Når man selv tror man er socialist. Apostrof 1983

     

    Heiður:

    1974 Danmarks Lærerforenings jubilæumspris
    1976 Kulturministeriets børnebogspris
    1976 IBBY heiðurslegat


    Útgávur