Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Edith Nesbit

    Edith Nesbit

    1858 -1924

    Edith Nesbit var enskur rithøvundur, fødd 15. august 1858 í Kensington í London.
    Hon skrivaði meira enn fjøruti barnabøkur. Fyrsta var The Story Of The Treasure Seekers, sum kom út í 1899, men kendasta man vera Børnini við tokstøðina, sum kom út í 1906. Filmur varð gjørdur av henni í 1970.
    Hon giftist í 1880 við Hubert Bland. Tey fingu trý børn saman, men hann fekk eisini tvey børn við aðrari kvinnu, og hesi børnini tók Edith Nesbit til sín og fostraði upp. Hjúnini vóru aktiv í sosialistiska felagskapinum Fabian Society.
    Edit Nesbit verður av mongum lýst sum fyrsti nútímans barnabókarithøvundur. Í mun til aðrar rithøvundar sum Lewis Caroll og Kenneth Grahame, sum altíð høvdu eina parallellverð umframt gerandisverðina, so skrivaði hon um gerandisverðina. Í hennara bókum eru børnini aktiv og gløgg og leita eftir spenningi. Hon sigst at hava givið Astrid Lindgren íblástur til sína skriving.

     

    Útgáva:

    2017 Børnini við tokstøðina

     


    Útgávur