Mats Strandberg er føddur í 1976 og vaks upp í Fagersta. 16 ára gamal flutti hann til Stockholms fyri at gerast journalistur. Síðan hevur hann starvast sum kronikkskrivari á Aftonbladet. Hann fekk sítt gjøgnumbrot sum rithøvundur í 2011, tá hann saman við Sara B. Elfgren fór at geva tríverkið um Engelsfors út. Mats Strandberg skrivar til bæði børn, ung og vaksin, og hann er serliga hugtikin av ræðu- og krimisøgum.
Útgávur:
2012 Sirkulin
2013 Eldur
2013 Lykilin
2017 Náttarskrímslið
2018 Skrímslið í sirkusi
2019 Skrímslið og menniskjuni
Heiður:
2011 Bokbloggarnas litteraturpris fyri Sirkulin
2011 Book Jury Prize fyri Sirkulin
2011 Stóra lesaraprísin fyri Sirkulin
2012 Icelandic Book Sellers Award fyri Sirkulin
2012 Stóra lesaraprísin fyri Eldur
2012 Book Jury prize fyri Eldur
2016 Í uppskoti til Årets barndeckare fyri tríverkið um Skrímslið Frank
2020 Storytel Awards fyri Endin
Umrøða:
Viktoria Myrén: Han har hittat sin flock. Opsis nr 1/2019
Mats Strandberg: Vóru vit við vanlukkutonkum betur fyrireikað upp á koronafarsóttina? Dimmalætting 22. mai 2020
Heimasíða o.a.:
Mats Strandberg’s website
Mats Strandberg’s Twitter
Mats Strandberg’s Instagram