Arnar Már Arngrímsson er íslendskur rithøvundur. Hann er føddur í 1972 og vaks upp á Akureyri. Hann hevur lisið íslendska bókmentafrøði á universitetinum í Íslandi og týskar bókmentir í Köln.
Hann hevur arbeitt ymsa staðni, men starvast nú sum studentaskúlalærari í Akureyri. Bókin Einki samband er fyrsta bók hansara.
Útgáva:
2018 Einki samband
Heiður:
2016 Norðurlendski barna- og ungdómsbókmentaprísurin fyri Einki samband
Sølvasaga unglings way to being published – a guest blog by Arnar Már Arngrímsson
Ummæli:
Marit Lindqvist: Utan mobil i 90 dagar – är det möjligt? Svenska Yle. 16. januar 2017
Kristian Dansson Kjelnæs: Ein rusjibani av kenslum. Skúlablaðið nr 2/2019