Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Klaus Hagerup

    Foto: Agnete Brun

     

    (1946-2018)

    Klaus Hagerup var norskur rithøvundur, sjónleikari og pallstjóri.
    Hann var føddur í Oslo 5. mars 1946 og búði í Frederiksstad.
    Hann var sonur yrkjaran Inger Hagerup, rithøvundan Helge Hagerup og er pápi rithøvundan Hilde Hagerup.
    Fyrsta bókin var yrkingasavnið Slik tenker jeg på dere, sum kom út í 1969.
    Hann hevur starvast á Den Nationale Scene, Nationalteateret og Hågalands Teater, bæði sum sjónleikari, leikstjóri, leiklistafrøðingur og rithøvundur.
    Hann skrivaði barna- og ungdómsbøkur, sangleikir, hoyrispøl og sjónleikir.

     

    Útgávur:

    1999 Markus og Diana
    2003 Markus og genturnar

     

    Umrøða:

    Øysten Rotten: Mer moro med Markus. Dagbladet 16. oktober 1997

     

    Heiður:

    2003 Arks barnebokspris
    2004 Riksmålsforbundets litteraturpris

     

     


    Útgávur