Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Hanne Kvist

    Hanne Kvist er danskur rithøvundur.
    Hon er fødd í Skjern í 1961 og uppvaksin í Århus í einum heimi har bókahillirnar vóru á tremur við ikki avbestiltum bókum frá bókaklubbanum hjá Gyldendal.
    Hanne Kvist sigur sjálv, at hon um summarið var sólbrend á rygginum og kritahvít framman, tí at hon altíð skuldi lesa.
    Tók útbúgving sum grafiskur sniðgevi í 1983 og eftir at hava starvast sum grafikari í tíggju ár, fór hon undir at skriva og myndprýða bøkur til børn.
    Bókin: Drongurin við silvurhjálminum kom út í 1999, eftir at hon hevði vunnið eina kapping um at skriva bók til tey 9-12 ára gomlu og er grundarlag undir filminum: Der var engang en dreng.

     

    Útgávur:

    2002 Drongurin við silvurhjálminum
    2014 Barnabíblia úr norðri

     

    Umrøða:

    Steffen Larsen: Solen skinner på kvist. Børn og Bøger nr. 7/2001
    Bent Rasmussen: Det er sørgeligt at vide for meget på forhånd. Portræt af Hanne Kvist
    Marianne Luna Røndal: Bibel på børnenes præmisser. Kristeligt Dagblad 1. mars 2014

     


    Útgávur