Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Erna Osland

    Erna Osland er norskur rithøvundur. Hon er fødd í 1951 í Høyangre í Sogn og býr í Matredal í Hordalandi.
    Hon hevur starvast sum lærari bæði í grundskúla og miðnámsskúla. Er nú rithøvundur burturav.

    Fyrsta bók hennara var Natteramnen í 1987 og síðan hevur hon givið fleiri enn tjúgu bøkur út. Hon er serliga kend sum ungdómsrithøvundur, men hevur eisini skrivað um fiskaaling og teknirøð um Ivar Aasen. Erna osland spennir víða í evnum: samleikakreppur, gentur, sum stuðla hvørja aðra, gentur, sum forða hvørji aðrari, møður og døtrar, fremmandahatur, ágangur og mangt annað. Felags fyri bøkurnar er tó ein sterkur hiti, ein umsorgan fyri menniskjum.

    Hon spennir víða í tekstaslagi og skrivihátti. Í bókini Norsk barnelitteratur verður sagt um hana, at hon hevur verið við til at gjørt ungdómsbókina samansettari og meiri ófyrisigandi.

    Erna Osland er kendur fyrilestrahaldari og upplesari og vitjar javnan skúlar.

    Um hvussu hon ber seg at, sigur hon sjálv: ”Eg seti meg sjálva á fangið. At skriva er at sansa: at síggja og hoyra tað ein vil fortelja. Helst má tað gerast, sum sum alt er nýtt, uttan automatiseringina, sum vaksnamannalívið hevur givið einum.”

    Erna Osland var í Føroyum í 2006 og hevði skriviskeið fyri fólki, sum vildu læra seg kynstrið at skriva barnabøkur.

     

    Útgáva:

    1999 Krossorð

     

    Heiður:

    1990 Norskur vinnari í norðurlendskari barnabókakapping við bókini Krossorð
    1992 Skolebiblioteksforeningens Pris fyri Krossorð og Reisa til Maria

     

    Heimasíða:

    www.ernaosland.no

     


    Útgávur