Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    E. T.A. Hoffmann

    1776-1822

    E. T. Hoffman var týskur høvundur, juristur og tónasmiður.
    Hann var føddur í Königsberg, men sum rithøvundur og tónleikari starvaðist hann seinni í Berlin.
    Søgur Hoffmanns høvdu stóra ávirkan í 19. øld, og hann verður roknaður sum ein av høvuðspersónunum í romantisku rørsluni. Hann verður sagdur at hava skapað eitt nýtt ævintýrslag, tað realistiska ævintýrslagið.
    Bókin Nøtabrótarin kom út í 1816 og gav russiska tónaskaldinum Tchaikovsky íblástur til tónleikin, sum hann skrivaði til ballettina við sama navni í 1892.

     

    Útgáva:

    1997 Nøtabrótari

      

    Ummæli:

    Elin Heinesen: Nøtabrótari. Føringurin 26. mars 1998

     


    Útgávur