Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Hans Andrias Djurhuus

    1883-1951

    Hans A. Djurhuus var lærari og rithøvundur.
    Hann var úr Áarstovu í Havn, var bróðir yrkjaran J.H.O.Djurhuus.
    Hann var til skips eftir skúlagongdina, men fór á háskúla í Føgrulíð 1901-02. Síðani fór hann á læraraskúl og tók prógv í 1905.
    Hans Andrias var lærari í Klaksvík, Sandavági, Tvøroyri og í Havn.
    Hann hevur skrivað ein hóp, bæði fyri børn og vaksin, m.a. yrkingar, smásøgur fyri børn, barnasangir, sjómansrímur, sálmar, sjónleikir og skúlabøkur. Barnasangirnir hjá Hans Andreasi eru vorðnir klassiskir og eru partur av føroyskum mentanararvi. 

     

    Útgávur:

    1935 Ein trætnaður, Í bjørgum, Óeydna, Tað vóru roðskógvar, Bukaður fiskur, Dekan og stórur er hann, Maðurin, ið fann tjóvin, Hann fekk minnið aftur, Hin íbygdi steinurin, Pávin á Skála, Kapteynurin og Írin, Skipara Hansens steinur, Brillumaurin, Tjóðverjin og barnið, Hanin, Klokkan á norsku Løvu í Føroyskar aftursagnir
    1950 Eitt jólaaftanskvøld, Føroyar í Míni jólabók
    1952 Hesturin í Míni jólabók
    1953 Undir fossi í Míni jólabók
    1954 Silvurkannan í Míni jólabók
    1957 Tendrandi sól, Kavakvøld í Míni jólabók
    1959 Jólaaftan í Barnablaðnum nr. 12
    1960 Nú hvirlar hvítt í Míni jólabók
    1962 Jól í Míni jólabók
    1963 Tað er kvirt á foldum í Míni jólabók
    1982 Sjóslagið í ósanum í Míni jólabók
    1983 Søgur
    1984 Hin góði jólamaðurin í Míni jólabók
    1985 Jólamaðurin, Hanin í Míni jólabók
    1992 Barnarímur
    2000 Barnarímur
    2010 Barnarímur
    2012 Barnasálmabókin
    2014 Barnarímur

     

    Umrøða:

    Rikard Long: Hans A. Djurhuus 50 ár. Varðin 13/1933
    Páll Patursson: H.A.Djurhuusar yrkingar. Varrðin 13/1933
    Elin Henriksen: Børnini og verðin. Brá 4/1983
    Oskar Hermannsen: Eitt klípi í Varðan - nøkur minni og hugleiðingar um Hans A. Djurhuus skald. Varðin bd. 50, hft 3/4, 1983
    Karsten Hoydal: Hans Andrias í Áarstovu skald og lærari. Brá 4/1983
    Erhard Jacobsen: Góðvarni-ein dygd, ein vandi. 14.september 22. okt. 1983
    Pól á Kletti: Skald allur sum hann var. Dimmalætting 16. oktober 2008
    Eyð Berghamar Jacobsen og Hanus Kamban tosa um Barnarímurnar

     

    Heiður:

    Riddari av St. Ólavskrossinum av fyrsta klassa

     


    Útgávur