Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Leif Panduro

    1923-1977

    Leif Panduro var danskur rithøvundur og dramatikari. Hann var føddur á Frederiksberg, men vaks upp á barnaheimum og hjá fosturfamiljum, av tí at foreldrini skildust, tá ið at hann var hálvtannað ára gamal og mammen varð innløgd á sálarsjúkrahús.
    Pápin var naziviðhaldsmaður undir krígnum og varð dripin av mótstøðurørsluni. Sjálvur gjørdist Leif Panduro mótstøðumaður stutt undan at kríggið endaði.
    Hann var útbúgvin tannlækni, men gavst í starvinum og fór at skriva burturav.
    Fyrsta skaldsøgan er Av min guldtand (1957), men hann gjørdist rættiliga kendur um alt Danmark, tá ið skaldsøgan Rend mig i traditionerne kom út í 1958. Hon verður mett at vera klassikari í donskum bókmentum.
    Hann er eisini kendur fyri films- og sjónvarpsleikrit, t.d. Ka´de li´østers (1967) og Farvel Thomas (1968).

     

    Útgáva:

    1983 Átjan og Biltúrur á nátt í Firvaldsfikkuni Fríggjararnir

     

    Heiður:

    1970 De Gyldne Laurbær
    1971 Det Danske Akademis Store Pris
    1976 Limur í Det danske Akademi

     


    Útgávur