Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Hans Hansen

    Hans Hansen er danskur rithøvundur, útbúgvin sum lærari. Hann er føddur 4. januar 1939 í arbeiðaraheimi í Valby.
    Byrjaði við at skriva stuttsøgur til Politiken, Vindrosen og Hvedekorn. Gav út nøkur stuttsøgusøvn, men fór so undir at skriva hoyrispøl til útvarp. Hann hevur m.a. skrivað tey í Danmark so kendu framhaldssøguspølini: Karlsens kvarter í sjeytiárunum.
    Síðan var hann biðin um at skriva barnabók og hevur síðan skrivað eini fjøruti bøkur fyri børn og ung.
    Tá ið hann hevði skrivað ungdómsbókina: Vil du se min smukke navle? gjørdist hann ritøvundur burturav. Bókin var eisini gjørd til film. Hann hevur síðan skrivað átta filmshandrit og eisini handrit til sjónvarpssendingar.
    Hann var fyrsti barnabókarithøvundur, ið gjørdist formaður í danska rithøvundafelagnum 1984-88, síðan var hann filmkonsulentur á danska filmsinstituttinum og starvast nú sum framleiðari fyri filmsfelagið Zentropa.
    Hans Hansen hevur fingið fleiri legat bæði fyri filmshandrit og bøkur.

     

    Útgáva:

    1989 Teir trampa

     


    Útgávur