Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    J. G. Ballard

    J. G. Ballard er enskur rithøvundur, føddur 15. november 1930 í Shanghai.
    Í 1946 fluttu mamman og systkini til Onglands.
    Í 1949 fór hann at lesa medisin á King´s College í Cambridge, samstundis sum hann skrivaði. Í 1951 vann hann eina stuttsøgukapping við søguni: The Violent Noon, og tá ið hann gjørdist greiður yvir, at hann ikki fekk nóg góðar stundir at skriva sum lækni, gavst hann.
    Í 1953 fór hann upp í enska flogvápnið og varð sendur til Kanada. Her gjørdist hann varur við amerikanskan vísindaskaldskap og fór undir at skriva hetta slagið av skaldskapi.
    Hann gjørdist rithøvundur burturav í 1962.
    Kendastu bøkur hansara eru Chrash (1973) og Empire of the Sun(1984).

     

    Útgáva:

    2002 Tíðarinnar urtagarður, Nú vaknar havið og Tann horvna Leonardo-myndin í Tað nýggja Atlantis

     

    Ummæli/umrøða:

    Jason Cowley: The Ballard of Shanghai Jail. The Observer 4.november 2001
    M. John Harrison: Narratives of the Mall. The Times 6. september 2006

     

    Heiður:

    1984 James Tait Black Memorial Prize

     

    Heimasíða:

    www.jgballard.com

     


    Útgávur