Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Kristín Helga Gunnarsdóttir

    Kristín Helga Gunnarsdóttir er íslendskur rithøvundur, fødd 24 november 1963 í Reykjavík og býr í Garðabæ.
    Hon hevur lisið spanskt við lærda háskúlan í Reykjavík og Barselona og hevur tikið prógv í fjølmiðalfrøði á lærdum háskúla í USA.
    Hon hevur skrivað fleiri væl umtóktar og virðisløntar bøkur til børn og ung.

     

    Útgávur:

    2006 Koyggjan í Spøkilsið sum flenti
    2013 Lygnin

     

    Ummæli/umrøða:

    Brynja Baldursdóttir: Alvara málsinsi – bóklestur barna. Børn og Menning 21. árg. 1. tbl.2006

     

    Heiður:

    2001 Barnabókavirðisløn Mentamálaráðsins í Reykjavík
    2002 Bókavirðisløn barnanna
    2004 Viðurkenning frá IBBY í Íslandi
    2004 Bókavirðisløn barnanna
    2005 Bókavirðisløn barnanna
    2006 Bókavirðisløn barnanna
    2008 Barna- og unglingavirðisløn Útnorðurráðsins
             Bókavirðisløn barnanna
    2009 Barnabókavirðisløn IBBY í Íslandi

     


    Útgávur