Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Måns Gahrton/Johan Unenge

    Måns Gahrton er svenskur rithøvundur, føddur í 1961 í Lund, uppvaksin í Stockholm og búsitandi í Nacka uttanfyri Stockholm.
    Måns Gahrton hevur skrivað nógv. Hann skrivaði sína fyrstu bók seks ára gamal, men tað var ikki, fyrr enn hann hitti Johan Unenge, sum tá var lýsingarteknari, at hann tordi at fara til eitt forlag.
    Í 1986 gav forlagið Bonnier fyrstu teknirøðina Samvetssamlaren út, og hetta var byrjanin til samstarv teirra millum. Måns dugdi at skriva og Johan at tekna. Í Føroyum eru teir serliga kendir fyri teknirøðina Ádam og Eva, sum nú hevur staðið í barnablaðnum Strok í fleiri ár.

     

    Johan Unenge er svenskur myndprýðari, føddur í 1963 í Stockholm og nú búsitandi í Nacka utanfyri Stockholm.
    Í 2002 kom bók út, sum Johan Unenge eisini hevði skrivað: Pontus fyra meter över marken. Saman við rithøvundanum Måns Gahrton hevur hann teknað Ádam og Evu, sum hevur staðið í Strok í mong ár.

     

    Útgávur:
    2009 Lívið sum Rósa – og ein drongur, sum eitur Villi
    2009 Lívið sum Rósa - Túsund míl frá tær
    2010 Lívið sum Rósa - Tú og eg og allur heimurin

     


    Útgávur