Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Helena Bross

    Helena Bross er svenskur barnabókarithøvundur og lærari.
    Hon er fødd í 1950 í Stokkhólmi og vaksin upp í Vällingby og býr í dag í Tärby norðan fyri Stokkhólm.
    Helena Bross hevur stóran áhuga í at skriva bøkur, sum eru lættar at lesa. Sjálv hevði hon ikki lætt við at læra at lesa, men var so heppin at fáa serundirvísing í lesing hjá einari lærarinnu, sum hon fekk stóran tokka til. Samstundis sum hon lærdi at lesa, varnaðist hon, at henni dámdi sera væl at skriva.
    Tær fyrstu bøkurnar komu út í 1987, og sjálv sigur hon, at hon heldur tað hava stóran týdning, at tað finnast nógvar bøkur, sum eru lættar og stuttligar at lesa, og sum eru um gerandisdagin hjá børnum. Børn mugu lesa nógv fyri at gerast góðir lesarar. Lesihugurin má vekjast tíðliga, og tað vil hon hjálpa til við.
    Umframt at skriva bøkur og undirvísa, brúkar hon nógva tíð at vitja skúlar og tosa við børn og foreldur um lesitrupulleikar.

     

    Útgávur:
    2009 Spøkilsið í skúlanum
            Sterkastur í skúlanum
    2014 Tanntalvan
             Allarbesti vinurin
             Smákyktaveiðan
    2016 Loynivinir
             Heimsins vakrastu brillur
    2017 Hjálp, vit verða ov seinir
             Veitslan
    2021 Kúluspælið

     

    Heimasíða:
    www.helenabross.se

     


    Útgávur