Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Taki stýringina - 6

    Tim Bowler

    Sætta bókin í røðini um rýmingin Hvassa

    Hvassi er fjúrtan ár. Hann er rýmdur undan onkrum. Hann dugir ómetaliga væl við knívi, og vit vita, at hann hevur dripið onkran. Hann sigur søgu sína í øðrum persóni, beint fram á gerandismáli. Hann væntar, at tú veitst, hvat hann tosar um, og um ikki, so er tað bara onki at gera við tað.
    Hvussu illa Hvassi vil sleppa undan fortíð sínari, so sleppur hann ikki. Og vit fáa lítið og onki at vita um hana, uttan okkurt smávegis.
    Høvuðs avdúkingini í Taki stýringina er fullkomiliga skelkandi.
    Frásøgustílurin í Hvassa er livandi, skjótur og lættur at lesa. Men søgugongdin er fløkjsaslig og avbjóðandi, beint fram ein fragd at lesa.
     

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2012
    • Tim Bowler
    • Bergur Rasmussen
    • enskt
    • 164
    • heft
    • 978-99918-1-947-1