Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Tove Jansson

    1914-2001

    Tove Jansson er finnlands-svenskur rithøvundur. Hon var elsta barnið í eini listafólkafamilju. Pápin var finnlandssvenski myndahøggarin Viktor ”Faffan” Jansson og mamman svenska myndakvinnan og teknarin Signe Hammersten-Jansson. Tove hevði tveir yngri brøður, Per Olov og Lars. Í bókini Bildhuggarens dotter (1968) greiðir hon frá barnaárunum í bohemskt borgarliga listafólkaliga umhvørvinum í Helsingfors. Um sumrarnar var familjan í skergarðinum, einum umhvørvi, sum hevði nógv at týða, tá ið Tove tilevnaði Mumidal.
       At Tove eisini ætlaði at vera listafólk, var klárt frá byrjan. Hon gavst í skúlanum sum fimtan ára gomul og gekk síðani á listafólkaskúlum í Stokkhólmi, Helsingfors og París. Hon gjørdi námsferðir í Evropa og var við á framsýningum. Í 30- og 40-árunum var hon ein væl umtóktur skemtiteknari í blaðnum Garm og hevði eina røð av djørvum myndum úr gerandislívinum í Finnlandi undir krígnum.
       Fyrsta mumibókin Småtrollen och den store översvämningen kom út í 1945. Tove tók ein lítlan figur, sum hon hevði nýtt til skemtitekningarnar í Garm, og nýtti hann sum høvuðspersón í fyrstu bókini. Í Garm æt figururin spelkni; nú gjørdist hann mumitrøllið. Í fyrstuni var tað mest eitt spæl at skriva, segði Tove.  ”Men sum frá leið, gjørdist tað líka umráðandi at skriva sum at mála, tvey arbeiði, sum kundu sameinast, í felag høvdu tey kanska myndirnar í bókunum.” Har komu heilar átta bøkur afturat um lívið í Mumidali, frá Kometjakten 1946 til Sent i november 1970. Kring familjuna í dalinum, har sjálvsagdi miðdepilin er  Mumimamman, savnast so við og við ein hópur av øðrum íbúgvum: Spelknadiddan og Sniff, Mumrikur og Lítla Mý, filifjonkar, hattagnagarar og heimilar – hvør við sínum eginleikum og serliga livihátti. Tove Jansson hevur í hesum bókunum skapað ein serligan heim, líka so gandakendan og hugtakandi fyri vaksin sum fyri børn.
       Gandakalshatturin Trollkarlens hatt (1948) gjørdist veruliga gjøgnumbrotið hjá Tove Jansson sum barnabókahøvundur. Bókin varð týdd til enskt, og hetta gjørdist byrjanin til, at mumibøkurnar fóru víða um heim. Tær eru týddar til 35 mál og eru framførdar bæði sum sjónleikur og opera, filmur er gjørdur burtur úr teimum, og tær eru sendar bæði í útvarpi og sjónvarpi. Men mumibøkurnar eru bara ein partur av hennara umfatandi listaskapi. Tove Jansson hevur eisini skrivað skaldsøgur, stuttsøgur og hoyrispøl m. a. Den ärlige bedragaren, Rent spel og Resa med lätt bagage.  Ein av hennara egnu favorittum var  Sommarboken (1972), sum er um smágentuna Sophia og ommu hennara, Ham, mammu Tove.
       Tove Jansson hevur fingið eina langa røð av heiðurslønum, teirra millum Nils Holgarson-plakaten 1953, H. C. Andersen-medaljen 1966, Mårbackpriset 1972,  Finlandspriset 1993 og Svenska Akademiens stora pris 1994.

     

    Útgávur:

    2023 Jólini koma í Mumidalin
    2023 Mumi - Fyrstu 100 orðini
    2022 Mumisa 1, 2, 3 buggilingabók
    2020 Mumisa buggilingabók - orð
    2018 Mumidalsvinir á sandinum
    2018 Mumidalsvinir
    2010 Gandakalshatturin
             Halastjørnan kemur
             Mumi - lítil bók við orðum
             Mumi - lítil bók við tølum
             Mumi við klaffum - krógva og blunda
    2011 Endurminningar hjá Mumipápa
            Jólatræið í Mín jólabók
            Myndaorðabók úr Mumidali
            Vandamikið hásummar
             Mumi - Summarbók við klistrimerkjum
    2012 Mumi klaffabók - Hygganú
             Tað ósjónliga barnið
             Trøllavetur
    2013 Mumi - Stóra klaffabókin
    2014 Pápin og havið
             Seint í novembur
             Mumi og stóra skattaveiðan
    2016 Litbókin hjá Mumi
    2018 Mumidalsvinir
             Mumidalsvinir á sandinum

     

    Umrøða:

    Boel Westin: Familjen i dalen. Bonnier 1988
    Søren Vinterberg: Nekrolog: Mumimor Tove Jansson er død. Politiken 27. juni 2001
    Ros Coward: Tove Jansson. The Guardian 30. juni 2001
    Ann-Christine Snickars: Jag vill ha en mamma Och en pappa. Och en filosof. Nordisk Litteratur 2003
    Boel Westin: Tove Jansson. Ord. Bild. Liv. Bonnier 2007
    Margareta Strömstedt: Om Tove Jansson. Opsis Barnkultur nr. 1/2010
    Boel Westin: Mumiböckernas magiska kraft. Opsis Barnkultur nr. 1/2010
    Janina Orlov: Jag svär vid min svans. Opsis Barnkultur nr. 1/2010
    Christina Björk: Tove Jansson och hennes sällsamma barndomsvärld. Opsis Barnkultur nr. 1/2010
    Juliet Rix: The Moomins - a family affair. The Guardian 3. juli 2010
    Inna Tornroos: Mumiheimurin á føroyskum. Vikuskifti 29. apríl 2010
    Janina Orlov: Man skämtar inte med vetenskapen. Opsis Barnkultur nr 3/2020

     

    Heiður:

    1966 H. C. Andersen-Medaljen
    1992 Selma Lagerlöfs Litteraturpris
    1993 Finlandspriset
    1994 Svenska Akademiens stora pris

     


    Útgávur