Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Johanna Thydell

    Johanna Thydell er svenskur rithøvundur, fødd 14. november í 1980 í Svøríki.
    Uppi undir loftinum glógva stjørnurnar er fyrsta bók hennara. Hon var givin út í 2003, er týdd til 8 mál og er gjørd til film. Fyri hesa bókina, sum forlagið Nýlendi gav út á føroyskum í 2005, fekk hon Augustvirðislønina.
    Eftir at hava lokið miðnámsskúlaprógv fór Johanna Thydell á skriviskeið, har hon fekk samband við rithøvundin Magnus Utvik, sum hjálpti henni at leggja lag á skrivingina. Síðan hevur hon verið á Fridhems fólkaháskúla í Svalöv og lærda háskúlanum í Stokkhólmi, har hon hevur lisið mentan, bókmentir og filmsvísindi.
    Í dag tekst hon burturav við at skriva bókmentir, handrit til film og greinir til ymisk bløð og tíðarrit, umframt at halda fyrilestrar.
    Ein terningur manglar er onnur bókin, hon hevur skrivað, og hon kom út í Svøríki í 2006.

     

    Útgávur:

    2010 Ein terningur manglar
    2013 Ein grísur er í barnagarði

     

    Viðtal:

    Johanna Thydell á youtube

     

    Heimasíða:

    www.johannathydell.se

     


    Útgávur