Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Ein terningur manglar

    Johanna Thydell

    Ein terningur manglar er søgan um ungu gentuna Puck, sum roynir at koma í samband við pápa sín. Vinmaðurin Emanuel hjálpir henni. Næturnar, tá ið pápin og mamman sótu niðri undir og skeldaðust og drukku vín, minnist hon væl. Hon kennir seg svikna, er ill við øll og hevur ilt við at savna seg, tá ið hon verður forelskað í Mick, sum er tónleikari. Sjálv svíkur hon besta vinmann sín Emanuel.

    ”Hoyrir tú onkran rópa, so er tað eg. Eg eri Puck. Eg eri sekstan ár. Og eg eri hjartkipt.”

    Hetta er bókin um Puck, eina unga gentu, sum ger alt fyri ikki at missa tamarhaldið, ikki at lata nakran koma ov nær, ikki vísa hvør hon í grundini er. Men hetta er eisini søgan um ein pápa, sum hvarv, og eina mammu, sum varð verandi eftir. Og hvussu tað er at vera bangin – bangin fyri illum raddum, bangin fyri at fólk hvørva. Hetta er ein stuttlig og syrgilig søga um svik og vreiði, men eisini ein søga um vinalag, kærleika og – kanska – sáttargerð.
    Á beinraknum ungdómsmáli dagar myndin av Puck spakuliga fram, hvør hon var, og hvør hon gjørdist, og um um lívið, har ein terningur manglar.
     

    STROK ummælir

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2010
    • Johanna Thydell
    • Jón Joensen
    • svenskt
    • 210
    • heft við klaffum
    • 978-99918-1-760-6