Lars Mæhle er norskur rithøvundur, føddur í 1971, hann er uppvaksin í Sunndalsøra og býr nú í Oslo, har hann starvast sum rithøvundur og er ritstjóri á einum forlagi.
Fyrsta bók hansara Keeperen til Tunisia, kom út í 2002 og bókin Landet under isen fekk Kulturdepartementets litteraturpris í 2009 og Uprisen í 2010.
Útgávur:
2010 Sekkurin í Elskar - elskar ikki
2020 Dinosauravinir 1- Eggið
2021 Dinosauravinir 2 - Svimjikappingin
2023 Dinosauravinir 3 - Ferðin
2023 Dinosauravinir 4 - Skattaveiðan
2023 Dinosauravinir 5 - Bestu vinir
2023 Dinosauravinir 6 - Sjóskrímslið