Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Ulf Stark

    1944-2017

    Ulf Stark er svenskur rithøvundur, føddur í 1944 og vaks upp í Stureby, sunnan fyri Stockholm. Hann skrivaði sítt fyrsta yrkingasavn 19 ára gamal.
    Hevur arbeitt við mentanartilfari á blaðnum Expressen og sum starvsfólkaundirvísari í Arbeiðsmarknaðarstýrinum.
    Bókmentaliga frambrotið byrjaði av álvara, tá ið hann gav bókina Dárar og deydur út í 1984.
    Bøkurnar um Ulf og vinmannin Percy er ein øðrvísi háttur at skriva ævisøgu, har hann brúkar navnið, men finnur upp á hendingarnar. Lygnin hevur við tað skapandi at gera, sigur Ulf Stark, orðið eitt slag av legokubbum, sum tú kanst brúka at bygga og skapa veruleikar við.
    Í samband við at Bókadeild Føroya Lærarafelags fylti 50 ár í 2006, var Ulf Stark á vitjan, og fólkaskúlanæmingar høvdu høvi at hitta hann í Norðurlandahúsinum, har hann greiddi frá og svaraði spurningum um skaldskap sín.

      

    Útgávur:

    1995 Lati hvítabjarnirnar dansa
    1996 Stóribeiggin
    1998 Systir mín er ein eingil
    1999 Gandaskógvarnir hjá vini mínum Percy
    2001 Dárar og deydur
    2004 Vinur mín sjeikurin í Stureby
    2006 Vinur mín Percy, Buffalo Bill og eg
    2015 Lítil og sterkur
    2019 Rýmingarnir
    2020 Jørundur og drekin

     

    Ummæli/umrøða:

    Bent Rasmussen: Ulf har fået hund! Skolebiblioteket (Serblað í samband við Barnabókavirðisløn norðurlendsku skúlabókavarðafelagsins í 1998)
    Birgitta Fransson: Lovsånger till livet. Opsis Kalopsis nr 3, 2012
    Birgitta Fransson: Ulfs hundar. Opsis Kalopsis nr 3, 2012
    Ulla Lundqvist: Gudomliga gamla dårfinkar. Opsis Kalopsis nr 3, 2012
    Ulf Stark: Med barn-perspektivet i kappsäcken. Opsis Kalopsis nr 3, 2012
    Lena Kåreland: Han skildrade sorgen och glädjen, skuggan och ljuset, livet och döden. Opsis Barnkultur nr 3/2017

     

    Heiður:

    1984 Bonniers Juniorförlags barnbokstävling fyri Dárar og deydur
    1985 Zilverlen Griffel, Holland
    1986 Children´s Book Choice, Belga
    1988 Nils Holgarsson plaketten
    1993 Astrid Lindgren-priset
    1994 Deutscher Jugendliteraturpreis
    1995 Expressen, heffaklumpen fyri Stóribeiggin
    1996 Augustpriset fyri Systir mín er ein eingil
    2016 Kulla Gulla priset

     

     


    Útgávur