Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Antje Damm

    Antje Damm er týskur rithøvundur, fødd í Wiesbaden í 1965.
    Hon hevur lisið byggifrøði í Wiesbaden og hevur starvast sum arkitektur í Berlin og Nürnberg.
    Í dag býr hon nær við Gießen, er gift og eigur fýra døtur.
    Hon byrjaði at skriva, tá ið hon fekk fyrsta barnið, og verður hildin at hava góð evni at seta seg inn í tankar hjá børnum.
    Bókin Spyr bara er týdd til tólv mál.

     

    Útgávur:
    2012 Spyr bara
    2019 Úlvurin og flugan

     

    Heiður:
    2020 Leipzig Reading Compass fyri Úlvurin og flugan

     


    Útgávur