Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Eg eri Malala

    Malala Yousafzai/Patricia McCormick

    Øll verðin steðgaði á, ta´tað frættist at ein ung pakistansk genta var skotin í høvdið, tí hon stríddist fyri rættinum hjá gentum at ganga í skúla.

    Malala Yousafzai hevur greitt rithøvundanum Patriciu McCormick frá um hendingarnar, sum vóru farnar fram undan morðroyndini og um tíðina aftaná.

    Malala er vorðin ein staðfesting av, at tað loysir seg at stríðast fyri rættindum hjá gentum og kvinnum.

    Í bókini er eisini ein listi aftast við týdningarmiklum hendingum, sum eru farnar fram í Pakistan síðan 1947, tá Pakistan gjørdist eitt land leyst av India.

    Í bókini eru eisini nógvar myndir av lívi hennara.

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2016 (2015)
    • Malala Yousafzai/Patricia McCormick
    • Jenny Johannessen
    • enskt
    • ymisk
    • islam, kvinnurættindi, gentur
    • 262
    • heft við klaffum
    • 978-99972-0-153-9