Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Sven Nordqvist

    Sven Nordqvist er føddur í 1946 í Helsingborg og hevur teknað og málað alt sítt lív.
    Hann hevur útbúgving sum arkitektur, men hann gjørdist barnabókarithøvundur og illustratørur í 1983, tá ið hann vann eina myndabókakapping við bókini Agaton Öman och Alfabetet, sum forlagið Opal skrivaði út. Stóra gjøgnumbrotið kom tó í 1984, tá ið Pannukøkulagkøkan kom út og lesarin fyrstu ferð hittir Pettson gamla og kettuna Findus.
    Myndirnar í bókum hansara eru sera litríkar og fullar í smálutum. Nógv hendir á hvørjari mynd, smáar dunnur, sum fara rennandi við brotnum eggi á børu, lítlar verur, sum standa á krakkum fyri at hyggja út gjøgnum eitt hol, smáar verur á stúltum fyri at røkka upp um borðkantin og mangt annað, sum kann fáa bæði børn og vaksin at sita í tímavís og hyggja í bøkurnar hjá Sven Nordqvist.

     

    Útgávur:

    1987 Neyðars Pettson
             Pannukøkulagkøkan
    1989 Pettson fær vitjan á jólum
             Narvi finnur ein stól
    1992 Hýruvognurin hjá Narva
    1997 Og hanin gól
    2001 Tá ið Findus lítli hvarv
    2003 Revaveiðan
    2005 Rok í veltuni
    2008 Pettson tjaldar
             Hvar er systir mín?
    2012 Findus flytur út
    2015 Kennir tú Pettson og Findus?
    2016 Hvar er Pettson?
    2017 Pettson tjaldar 2. upplag
             Revaveiðan 2. upplag
             Rok í veltuni 2. upplag
             Neyðars Pettson 2. upplag
             Pannukøkulagkøkan 2. upplag
             Pettson fær vitjan á jólum, 2. upplag
    2018 Tá ið Findus lítli hvarv, 2. upplag
    2019 Hundatúrurin
    2020 Dugir tú onki, Pettson?
    2021 Pettson og Findus byggja ein bil

     

    Umrøða:

    Boris Halva: Ab ins Traumland. Frankfurter Rundschau 19. november 2008
    Annika Gunnarsson: Sven Nordqvist í Contemporary Swedish Illustrators 2013
    Viktoria Myrén: Ensamvarg med många beundrare. Opsis Kalopsis nr 2 2017

     

    Ummæli:

    Susanne Ekström: Mustigt myller utan ord. Opsis nr 1/2019

     

    Heiður:

    2007 Augustprisen fyri Hvar er systir mín?
    2020 Northern Lights Book Awards fyri Hundatúrurin
             Northern Lights Book Awards fyri Pettson og Findus verkið

     


    Útgávur