Simon Stranger til Føroya

Bókadeild Føroya Lærarafelags skipar saman við Norrøna Felagnum fyri rithøvundavitjan í døgunum 13. – 16. mars. Tað er rithøvundurin Simon Stranger úr Noregi, sum kemur á vitjan.

Endamálið við slíkum vitjanum er at lata børn og ung fáa kunnleika til skaldskap í Norðurlondum og kunna seg um tey ymsu norðurlendsku málini.

Fyrsta bókin, sum Simon Stranger gav út, var Den veven av hendelser vi kaller livet. Hon kom út í 2003. Í 2006 fekk hann Riksmålsforbundets barne- og ungdomsbokpris. Higartil hevur hann givið átta bøkur út og tvær teirra eru á føroyskum: Barsakh, sum kom út í 2014, og Tey, sum ikki eru til, sum kom út í 2016. Juli Fagerland týddi báðar bøkurnar. Seinna bókin var í uppskoti til Norðurlendska barna- og ungdómsbókmentaprísin í 2015.

Bøkurnar eru um gentuna Emiliu úr Noregi og dreingin Samuel úr Gana. Báðar bøkurnar eru um flóttafólk. Í bókini Barsakh er Emilia og ferðast við familjuni á Kanariuoyggjunum. Ein dagin sær hon ein bólk av flóttafólkum umborð á einum báti. Hetta eru menniskju, sum ætla at byrja eitt nýtt og betri lív í Evropa. Eitt av hesum fólkunum er Samuel, og tey bæði fáa tætt samband. Emilia lovar at hjálpa Samuel, sum leitar eftir betri lívskorum.

Í bókini Tey, sum ikki eru til er Samuel komin til Oslo, og hann er fullkomiliga broyttur av ferðini gjøgnum Evropa, av vánaligum arbeiðsviðurskiftum, heimloysi, hungri, misbrúki, neyðtøku, harðskapi og ótryggleika. Nú noyðist Emilia at standa sína roynd. Fær hon hildið lyfti sítt, megnar hon at hjálpa Samuel?

Simon Stranger brúkar nógva tíð at ferðast út til skúlar í Noregi at tosa um sínar bøkur. Nú kemur hann so til Føroyar at greiða frá bókum sínum og teimum spurningum, tær taka fram.

Simon Stranger skal vitja í Sørvágs skúla, Hoyvíkar skúla, Skúlanum við Løkin og á studentaskúlanum Glasir í Hoydølum.



Aftur