Blindur er bókleysur maður

Ásta og eldgosið í Oyggjunum kom út í Íslandi í 1973, og longu árið eftir, í 1974, gav Føroya Lærarafelag hana út. Hanna Lisberg hevði týtt. Rúna Gísladóttir og Tórir S. Guðbergsson høvdu skrivað, og ein, ið nevndist Baltasar, hevði myndprýtt.

 

Millum mongu góðu barnaminnini eru minnini um barnabøkur, og tað at sagt varð frá søgum. Ikki tí at tað vóru so nógvar bøkur til, men meira tí,  at tær høvdu nærum ein heilagan ham í okkara, annars heilt vanliga heimi. Mamma legði í okkum frá barnsbeini av, at bøkur og tað at lesa var leiðin til ótømandi ríkidømi. Hesa virðing um bókmentir hevði hon frá pápa sínum – abba mínum, sum hevði lisið alt, sum var á bókasavninum, og alt, sum fanst í bygdini. Minnist mangan, hann sendi meg á bókasavnið, og at tá ið eg kom heimaftur við fullum posa av bókum, tá hevði hann longu lisið alt frammanundan.

Men tað at koma inn á bókasavnið var veruliga sum at koma í annan heim. Bøkur frá lofti til gólv. Tað kendist ómetaliga stórt, bæði rúmið sjálvt og so kenslan at vera millum allar bøkurnar. Vera mitt í tí allar heilagasta. Tá ið eg komi inn í somu høli í dag, sum nú rúmar Ruth Smith savninum, fái eg somu kenslu, hóast eg finni útav, at tað bert snúði seg um eitt lítið rúm í vavi, og at barnabøkurnar einans fylti tvær hillar. Soleiðis upplivdi eg tað ongantíð sum barn.

Mamma var ófør at siga frá søgum. Bæði tær, hon sjálv fann uppá, og so las hon fyri okkum. Fyrstu ferð eg minnist, at ein bók hevur gjørt stórt inntrykk, var, tá ið hon las um Ástu og eldgosið í Oyggjunum. Kanska var tað tí, at eg bleiv bangin, tí hvat um hetta kundi henda hjá okkum:) Heimurin kendist ótryggjari, og eg minnist, at eg gjørdist stúrin. Seinni minnist eg, at hon las fyri mær og beiggja mínum Frændaleysur. Tann søgan var so syrgilig, at vit grótu. Soleiðis vóru tað nógvar bøkur, vit fingu lisnar, tá ið vit fóru til songar. Skýmingarløtan var ein og so ævintýrini. Eisini las hon tað, vit lántu á bókasavninum. Haldi, hon las alt sum var. Og Barnarímurnar hjá Hans Andreasi høvdu eisini eitt serligt pláss, ta bókina fekk eg sum premiu fyri at møta í Dagsglæmu. Vit hildu Barnablaðið og sluppu altíð at keypa bøkur, tá ið skúlabørnini kundu bíleggja, og um tað bankaði uppá, og fólk gingu runt í bygdini og seldu bøkur.

Sjálv havi eg arvað ta virðing um bøkur, sum mamma hevur, og royni at bera tað víðari til míni børn. Hetta er eitt tað størsta ríkidømi, eg sjálv havi fingið við á leiðini, og eg kann bara ásanna orðatakið um at blindur er bókleysur maður.

 



Aftur