Nýggj! Sum rótskot

Eg bleiv góður við tey ungu í bókini, sum samtíðis provokera meg – og tað er ein dygd í frásøgnini. Og so er tað eisini poetiska orðalagið, sum støðugt peikar útum tað, sum vit fata; út (ella inn) til “okkurt meira,” sum Steffan einastaðni sigur. Her er ovmikið at njóta, umhugsa, greina og kjakast um, Les!

Soleiðis sigur ein av ummælarunum um nýggjastu ungdómsbókina hjá Marjuna S. Kjelnæs, sum kemur út í dag.

Marjun er umframt at vera rithøvundur eisini aktivistur og tekur lut í veðurlagsverkføllunum, sum eru byrjað saman við svenska umhvørvisaktivistinum Gretu Thunberg. Hon bæði kennir, livir seg inn í og brennir fyri evninum, sum er tema í hesari nýggju ungdómsbókini.

Bókin er 123 bls. heft við klaffum. Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt permuna.



Aftur