Tsatsiki-røðin fullfíggjað

Tsatsiki er og vitjar pápan í Grikkalandi. men har gongur ikki væl. Pápin skyldar bankanum pengar og umhugsar at selja bæði olivinlundina og hotellið.

Tað dámar ikki Tsatsiki, so hann ger alt, hvat hann kann, fyri at steðga hesum. Men kanska er tað ov seint?

Tilsamans sjey bøkur eru í bókarøðini um Tsatsiki. Fimm vórðu uppafturprentaðar seinasta ár við nýggjari permu, og ein nýggj bók, Tsatsiki og Hamarin, kom út.

Í ár kemur so nýggjasta og seinasta bókin í røðini Tsatsiki og olivinkríggið.

Moni Nilsson hevur skrivað, og Bergur Rasmussen hevur týtt til føroyskt.

Bókin er 252 bls. og heft.



Aftur