Nógv tann elsti í loynifelagnum

Bergrún Íris Sævarsdóttir

Aftan á eitt stuttligt skúlaár hava vinfólkini, Eyð og Ragnar, fingið summarfrí! Oldingin, Ragnar, flytur inn á ellisheimið, og Eyð sleppur at vera hjá honum, meðan foreldrini eru til arbeiðis. Skjótt leggjast fleiri børn úr flokkinum aftrat, og í felag stovna tey eitt loynifelag og gera nógv burtur úr at finna út av, um fyristøðukvinnan á ellisheiminum er eitt veruligt fólk ella kanska bara ein óndur robottur uttan sál!

Fyrr var Ragnar nógv tann elsti í flokkinum, men nú er Eyð so nógv tann yngsta á ellisheiminum, og tað er ikki keðiligt.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2022
  • Bergrún Íris Sævarsdóttir
  • Þóra Þóroddsdóttir
  • Íslendskt
  • Bergrún Íris Sævarsdóttir
  • Vinir, skúli
  • 118
  • Innbundin
  • 978-99972-0-778-4