Barnarímur

Hans A. Djurhuus
Barnarímur

Klassisku barnarímurnar hjá Hans Andriasi eru nú seks og hálvfems ára gamlar summar, men enn líka nógv avhildnar.

Tað brenna túsund ljós í nátt,

tey ljóma yvir breyt:

Nú verður bygt mítt dreymaslott

og skrýtt í eydnuskreyt

 

Barnarímurnar koma nú út í nýggjum hami. Bókin hevði fyrr ein sóljugulan lit, men hevur nú ein káman, ljósabláan lit. Inni í forsatsinum hava vit latið prentað nakrar smáar myndir hjá Elinborg. Kettan, sum spælir við noða, hevur fingið lit, men annars er bókin tann sama.

35 rímur eru í bókini og nótar til átjan teirra.

Útgávuár
2010
Rithøvundar
Hans A. Djurhuus
Upprunamál
føroyskt
Evni
rímur, sangur
Síðutal
92
Slag
innbundin
ISBN
978-99918-1-237-3