Eg skal hava ein hund

Maud Heinesen
Eg skal hava ein hund

Helena ynskir sær so inniliga at fáa ein hund, men mamman og pápin siga kortanei.

Helena ynskir sær so inniliga at fáa ein hund, men mamman og pápin siga kortanei. Helena finnur tí uppá ein ósjónligan hund, sum hon kallar Hussie.
Saman við pápa sínum finnur hon Hussie eitt stað at sova, og hann vísir henni eisini, hvat hon skal geva Hussie at eta, tí pápin er tann einasti, sum í fyrsta umfari kennir til loyndarmál hennara.
 
Útgávuár
2004
Rithøvundar
Upprunamál
føroyskt
Síðutal
58
Slag
innbundin
ISBN
99918-1-407-8

Um høvundan

Maud Heinesen

Maud Heinesen (1936-2005) vaks upp í Klaksvík. Hon starvaðist sum lærari og skrivari, seinastu mongu árini, sum skrivari á Fróðskaparsetri Føroya. Hon var gift við Jens Paula Heinesen, rithøvunda úr Sandavági, og tey búði í Havn. Maud var virkin rithøvundur og skrivaði eisini søgur í Mína jólabók.

 

Útgávur:

1993 Abbi og eg
2000 Í vøggustovu við Helenu
2004 Eg skal hava ein hund
2004 Likkulina og Likkudemus

 

Heiður:

Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs í 2001