Fílurin vil duga at sveiggja í trøunum líka sum apan, og apan vil duga at gera springvatn líka sum fílurin. 1, 2, 3 – og nú!
Guðrið H. Jacobsen er føroyskur rithøvundur úr Miðvági. Hon býr Havn, og arbeiðir sum námsfrøðingur og fæst við handaligt virksemi á verkstaðnum Vón. Eg vil eisini! er hennara fyrsta útgáva, og søgan er íspunnin saman við hennara børnum.
Útgávur
2026 Hvar er flogfarið?
2024 Eg vil eisini!