Ferðin til Kongurvág

Urd Johannesen
Ferðin til Kongurvág
Ólavur hatar at fara í song, tí hvørja einastu nátt hevur hann ta somu ræðuligu marruna. Hann verður eltur av slímutum verum, sum umskapast til eld og jagstra hann ígjøgnum myrka hellið, líka til hann dettur út av eggini …
Men eina náttina broytist marran. Ólavur endar í Kongurvág, í ríkinum hjá eiturkoppunum, og saman við einum eiturkoppi má hann ferðast víðari inn í Kongurdal og gera enda á marruni hjá sær. Tað er einasti máti at sleppa av við hana.
Ferðin til Kongurvág er ein spennandi, ævintýrkend søga um vinalag, ótta og dirvi.
-
Ummæli
Askur Sannuson Souvy, 11 ár, gevur bókini 6 av 6 stjørnum í Píka7 blað 5 2026.
“Tað er ein mega kulur Kongurvág-túrur, sum vit sleppa við á, og eg elski bókina.”
Heiður
M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan 2026 latin Urd Johannesen fyri bókina Ferðin til Kongurvág
Útgávuár
2026
Rithøvundar
Upprunamál
Føroyskt
Evni
Marra, spenningur, ævintýr, vinir, ótti, dirvi
Slag
Innbundin
Aldursbólkar
ISBN
978-99972-3-118-5

Um høvundan

Urd Johannesen

Urd Johannesen (f. 1967) er føroyskur rithøvundur. Hon hevur áður útgivið yrkingar í tíðarritum. Ferðin til Kongurvág er hennara fyrsta bók.

 

Heiður:

M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan 2026