Vælkomin til GÁVUNA - hetta er ein bók, sum er ólík øllum øðrum bókum! Fyrst bjóðar bókin inn í føðingardagin hjá Billu. Men vit eru komin ov seint. Allir gestirnir eru farnir, og allar gávurnar eru latnar upp. Uttan ein! Ein gáva krógvar seg í kamarinum hjá Billu … Tað vísir seg at vera ein keðilig gomul bók, um ein drong, sum eitur Kláus og livir í einari aðrari tíð. Men bókin er kanska ikki so keðilig hóast alt, tí Kláus hevur eisini føðingardag, og hann hevur eisini fingið ein bók í føðingardagsgávu. Bókin hjá Kláus snýr seg um hundin Pim, sum hann hevði ynskt sær, so leingi sum hann mintist. Í endanum av bókini grevur Pim seg út úr bókini og inn í heimin hjá Kláusi! Og saman leypa Kláus og Pim víðari inn í heimin hjá Billu og út í okkara heim! Hvussu alt endar? Spyr heldur, um hendan bókin yvirhøvur ENDAR!
Emma Virke og Emelie Östergren hava við Gávuni skapt naka heilt serstakt: eina bók við trimum ymiskum bókum í ymiskari stødd. Tilsamans siga tær søguna, um hvussu søgur skapa nýggjar søgur og liva víðari langt eftir, at síðsta síðan er lisin.