Geislasteinar

Sólrún Michelsen
Geislasteinar

Kol og Aya hava fingið eina trupla uppgávu og tey hava onga hóming av, um tey eru før fyri at loysa hana. Men hava tveir geislasteinar og tveir hava størri kraft enn ein.

Onnur bókin um Kol og Ayu. Aya fær eins stóran leiklut og Kol. Eisini hon er útvald at vera vísi - tað eru tey serligu fólkini, ið hjálpa og vegleiða bygdafólkinum - og saman verða tey send út á eina umráðandi og vandamikla ferð. Men fyrst noyðist Aya einsamøll at royna seg, tá ið hon villist til eldfólkið, ið er hótt av undirgangi.
Útgávuár
2002
Rithøvundar
Upprunamál
føroyskt
Myndir
Síðutal
164
Slag
innbundin
ISBN
99918-1-299-7

Um høvundan

Sólrún Michelsen

Sólrún Michelsen (f. 1948) er føroyskur rithøvundur og er uppvaksin á Argjum. Hon er gift og eigur trý vaksin børn og starvaðist sum stjóri á fyritøku, sum hon og maðurin eiga. Hon gavst sum stjóri í 2008 og arbeiðir nú sum rithøvundur burturav.
Fyrsta bók hennara var um uppvøksturin á Argjum, um at vera argjafrensur, hon kom út í 1994. Hon hevur eisini skrivað søgur í Mína jólabók. Ritverk hennara fevnir um barnabókmentir, fagurbókmentir til vaksin, yrkingar til børn og vaksin og sálmar. Haraftrat hevur hon eisini týtt fleiri barnabøkur til føroyskt.

 

Útgávur:

1994 Argjafrensar
1996 Útiløgukattar
1999 Hin útvaldi
2002 Geislasteinar
2003 Loppugras
2006 Óvitar í Spøkilsið sum flenti
2013 Torkils døtur
2025 Sjókæti A-OY

 

Heiður:

2002 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs
2008 M. A. Jacobsens heiðursløn fyri fagurbókmentir