Gívraskúlin 2 - Gandakortið

Ulrika Louisa Bjerregaard
Gívraskúlin 2 - Gandakortið

Myrkursins gívur hevur tikið Flosa. Asta og Ravnhild hava funnið kortið yvir portrini í skúlanum, so tær sjálvar kunnu fara eftir Flosa og fáa hann leysan. Men skúlastjórin heldur eyga við teimum. Tær mugu tí ansa sera væl eftir, um tað skal eydnast teimum at finna ein nýggjan veg inn í heimin hjá myrkursins gívrum. Hvat er tað, sum gongur fyri seg í Gívraskúlanum?

GÍVRASKÚLIN er ein røð um vinalag, gand og myrk loyndarmál. Bøkurnar kunnu verða lisnar sum sjálvstøðugar bøkur.

Bókin er lilla krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.

Útgávuár
2026
Rithøvundar
Ulrika Louisa Bjerregaard
Týðari
Sigurlaug Fossdal
Upprunamál
Danskt
Myndir
Bodil Bang Heinemeier
Síðutal
54
Slag
Heft
ISBN
978-99972-3-105-5