Gloria og Soria Moria

Edward Fuglø
Gloria og Soria Moria

Gloria er og vitjar abban á Mjólkarvegi 18, og áðrenn hon veit av, er hon eina heilt aðra staðni og alt gjørdi ein spildurnýggj trampolin.

Gloriu dámar sera væl at vitja abban, og abbin er fegin um at fáa vitjan av Gloriu.

Størsta ynski hjá Gloriu er at gerast sirkusgenta, og sjálvandi heldur abbin, at tað er eitt frálíkt hugskot.

Úti í garðinum stendur ein spildurnýggj trampolin, og har kann Gloria royna síni kynstur.

 

Útgávuár
2017
Rithøvundar
Upprunamál
føroyskt
Myndir
Síðutal
34
Slag
innbundin
ISBN
978-99972-0-349-6

Um høvundan

Edward Fuglø

Edward Fuglø (f. 1965) er listamaður úr Klaksvík. Hann er útbúgvin á Skolen for brugskunst í Keypmannahavn 1987-91.
Hann er væl kendur sum myndprýðari av frímerkjum og bókum og hevur eisini prýtt bygningar við listaverkum sínum m.a. komuhøllina á Landssjúkarahúsinum.
Edward hevur havt listaframsýningar í Føroyum, Danmark, Íslandi, Svøríki, Hetlandi, Noregi og Grønlandi.

Útgávur:

2017 Gloria og Soria Mora
2014 SimmSalaBimm
2012 Poetikus
2012 Kongur
2011 Vampýrella
2009 Janus er ein stjørna
2007 Apollonia
2002 Føroyar - Putlispælið

Heiður:
1995 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs
2001 Norðurlendsku barnabókavirðislønina fyri myndprýðingar.
2002 Annað pláss í Schönste Briefmarke Europas