Handbók fyri superhetjur 11 - Stórskálkar

Elias Våhlund
Handbók fyri superhetjur 11 - Stórskálkar

Lisa fær seg næstan ikki at trúgva tí: Omman og Karolina eru eisini superhetjur! Og tað eru tær, sum hava skrivað Handbók fyri superhetjur! Men áðrenn Lisa fær spurt tær um meira, verður handbókin stolin. Nú má hon stríðast fyri at finna hana - Um bókin endar í skeivum hondum, so verður heilt galið! Samstundis fær Volfgang eitt tilboð, sum broytir hansara lív ...

Handbók fyri superhetjur er væl umtókta røðin úr Svøríki. Hetta er ellivta partur um superhetjuna, Reyða skortin og hennara vinir.

Bókin er lilla krossfiskur og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.

Útgávuár
2026
Rithøvundar
Elias Våhlund
Týðari
Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir
Upprunamál
Svenskt
Myndir
Agnes Våhlund
Síðutal
102
Slag
Innbundin
ISBN
978-99972-3-109-3