Hin útvaldi

Sólrún Michelsen
Hin útvaldi

Kol býr hann saman við foreldrum og ættfólki í lítlari bygd uppi í fjøllunum onkuntíð í fjarari fortíð. Tá ið hann er 12 ára gamal, verða tey rakt av skalvalopi, og bæði foreldur og vinfólk hjá Koli doyggja.

Kol býr hann saman við foreldrum og ættfólki í lítlari bygd uppi í fjøllunum onkuntíð í fjarari fortíð. Tá ið hann er 12 ára gamal, verða tey rakt av skalvalopi, og bæði foreldur og vinfólk hjá Koli doyggja. Tey, ið eftir eru, gera av at flyta. Kol syrgir, men gentan Aya hjálpir honum burtur úr sorgini.
Tvey ár seinni ger hann av at fara út í heimin, og brátt verður honum greitt, at hann skal eina langa, trupla ferð. Hann fær góð ráð frá vísum fólkum og hjálparar, og hann fatar so líðandi, at hann er útvaldur at bjarga menniskjunum undan óndskapinum, ið er um at fáa alt vald har um vegir.
Útgávuár
1999
Rithøvundar
Upprunamál
føroyskt
Myndir
Síðutal
139
Slag
innbundin
ISBN
99918-1-190-7

Um høvundan

Sólrún Michelsen

Sólrún Michelsen (f. 1948) er føroyskur rithøvundur og er uppvaksin á Argjum. Hon er gift og eigur trý vaksin børn og starvaðist sum stjóri á fyritøku, sum hon og maðurin eiga. Hon gavst sum stjóri í 2008 og arbeiðir nú sum rithøvundur burturav.
Fyrsta bók hennara var um uppvøksturin á Argjum, um at vera argjafrensur, hon kom út í 1994. Hon hevur eisini skrivað søgur í Mína jólabók. Ritverk hennara fevnir um barnabókmentir, fagurbókmentir til vaksin, yrkingar til børn og vaksin og sálmar. Haraftrat hevur hon eisini týtt fleiri barnabøkur til føroyskt.

 

Útgávur:

1994 Argjafrensar
1996 Útiløgukattar
1999 Hin útvaldi
2002 Geislasteinar
2003 Loppugras
2006 Óvitar í Spøkilsið sum flenti
2013 Torkils døtur
2025 Sjókæti A-OY

 

Heiður:

2002 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs
2008 M. A. Jacobsens heiðursløn fyri fagurbókmentir