Tankavekjandi bók um gentuna Viktoriu, sum ein dagin hittir ein pingelipong, sum býr í postkassanum á húsunum hjá Viktoriu og teimum. Knappliga hendir so nógv, bæði stuttligt og spennandi og av tí at pingelipongurin er ein sera lítil vera, fær rithøvundurin lýst heimin so, sum hann kann sýnast í barnahædd.
Saman við listamanninum Hanna Bjartalíð hevur Marjun skapað eina vakra og upplivilsisríka søgu við tekningum í sterkum litum á so at siga hvørjari blaðsíðu.
Søgan er í átjan pørtum við einum lítlum filosofiskum inngangi, har lesarin fær tankarnar á flog og okkurt at hugsa um.
Sjálv søgan er um, hvussu spennandi tað er at hava ein pinkuling búgvandi, sum ongin annar veit nakað um, men hesin sami pinkulingur er eisini við til at loysa ein trupulleika, sum nívir Viktoriu.
Bókin er ætlað teimum 7-10 ára gomlu og egnar seg bæði til at lesa sjálv og til upplesing.
Marjun Syderbø Kjelnæs (f. 1974) er rithøvundur úr Havn. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur master í føroyskum málið og bókmentum. Marjun er fjølbroyttur rithøvundur og hevur útgivið bøkur til børn og vaksin í fleiri ymiskum tekstasløgum.
Hon hevur vunnið stuttsøgukapping í Dimmalætting, fekk aðru virðisløn í stuttsøgukapping á Listustevnu Føroya í 2001 og fyrstu virðisløn fyri útvarpsleik á Listastevnu Føroya í 2002. Í 2015 vann hon skaldsøgukappingina hjá Bókhandlarafelagnum við bókini Óendaliga vera, sum Bókadeildin gav út árið eftir.
Í 2020 fekk hon Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs fyri ungdómsbókina Sum Rótskot. Fleiri av bókunum hjá Marjuni hava verið tilnevndar til at fáa Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Útgávur:
2001 Kópakona í Mjørki í heilum
2004 Ein farri av kolvetni
2007 Hvør fjalir seg í postkassanum?
2008 Hvør fjalir seg í ferðataskuni?
2009 Hvør fjalir seg í smúkkuskríninum?
2010 Skriva í sandin
Skriva í sandin í Elskar - elskar ikki
2016 Óendaliga vera
2020 Sum rótskot
Heiður:
2000 Fyrstu virðisløn frá Dimmalætting fyri Russiskur dansur
2001 Listastevna Føroya, 2. virðisløn
2002 Listastevna Føroya, 1. virðisløn
2008 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs
2011 White Raven Deutsche Jugendbibliothek fyri Skriva í sandin
2015 Tann føroyska bókhandlaravirðislønin fyri besta skaldsøguhandrit
2020 Mentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri Sum rótskot