Vinirnir Hugo, Ravnur og Tóa hava úr at gera. Tey skulu hjálpa Paol, sum hevur sína dagligu gongd á vertshúsinum Deyðu rottini.
Rakel Helmsdal (f. 1966) er rithøvundur og myndlistafólk. Hon er fødd á Amager, men hevur búð meginpartin av lívinum í Havn, tó eisini 5 ár í Fraklandi. Rakel arbeiðir sum sjálvstøðugt listafólk, sum høvundur, leikhússtjóri í Karavella Marionett-Teatur, undirvísari á Listaskúla Føroya og sum fríyrkisfólk í ymsum listarverkætlanum, t.d. Ung í Føroyum. Hon hevur skrivað bøkur til børn og vaksin og fleiri søgur í Míni jólabók.
Útgávur:
2024 Leyp nú, Eva!
2024 Skrímslaveitsla
2023 Toran gongur
2021 Reiggjan
2020 Kjarr
2019 Loftar tú mær
2018 Miljuløtur
2017 Neyðars skrímsl
2014 Hon, sum róði eftir ælaboganum
Skrímslakiskan
2012 Klandursskrímsl
2011 Veiða vind
Skrímslahæddir
2010 Skrímslavitjan
Spitølsk í Elskar - elskar ikki
2009 Veturin hjá Undu - Úr mosakulluni 2
2008 Várferðin til brúnna - Úr mosakulluni 1
Skrímslasótt
2007 Myrkaskrímsl
Gott hugflog, Hugo
2006 Fimm mans til eina kvartett í Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur
Stór skrímsl gráta ikki
2004 Nei! segði lítla skrímsl
2003 Kom yvirum, Hugo
2001 Angi av ribes í Mjørki í heilum
1998 Drekar og annað valafólk
1997 Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo?
1996 Søgur úr Port Janua
1995 Tey kalla meg bara Hugo
Heiður:
2020 Mentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri Loftar tú mær
2017 Íslendska barnabókaheiðurslønin fyri Neyðars skrímsl
2016 Hon, sum róði eftir ælaboganum á IBBY Honor List
Barna- og ungdómsbókmentaheiðursløn Útnorðurráðsins fyri Hon, sum róði eftir ælaboganum
2013 Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri bøkurnar og leikirnar Skrímslini og Veiða vind
2008 Virðisløn í stuttsøgukapping um at skriva stuttsøgu til ungdóm
2007 Barnabókaverðlaun Menntaráðs Reykjavíkur fyri Stór skrímsl gráta ikki
2004 Dimmalim heiðursløn Íslands fyri Nei, segði lítla skrímsl
1996 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs 1996 fyri Tey kalla meg bara Hugo