Vit hava øll hoyrt um roksimalenu, svansibobb, hermus, skræðugák, klikkheys o.s.fr., og tey flestu munnu hava tikið til slík orð og máliskur. Men visti tú, at hesi løgnu nøvnini ikki koma av ongum? Stíg inn í tað løgna landið, ið verðu rópt í Geyma, og les tær stuttligu søgurnar um nógvar undarligur verur sum Tíðindafróða, Grenjisurruna, Kúll og Gellu, sum spæla hund og gera rótasúpan …
Í geyma kom út í 2002 og er endurútgivin í 2024 í øktari útgávu.
Dánial Hoydal (f. 1976) er føroyskur rithøvundur og týðari. Hann hevur lisið retorikk og informatikk á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Dánial hevur skrivað barnabókina Í geyma, ið beinanvegin fekk nærum kultstatus, tá bókin kom út í 2002. Í 2024 bleiv Í geyma bleiv útgivin í øktari útgávu.
Í 2021 kom barnabókin Abbi og eg og abbi út, ið fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2022 og Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2022. Sama ár útgav Dánial Strikurnar.
Útgávur
2026 Surr
2024 Í geyma, 2. økt útgáva
2022 Strikurnar
2021 Abbi og eg og abbi
2006 Eygað í Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur
2002 Í geyma
Heiður:
2022 Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri Abbi og eg og abbi
2022 Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri Abbi og eg og abbi
2021 Bronze MGIP Book Award fyri Abbi og eg og abbi