Í morgin fari eg aftur at spæla við babba

Helena Kannuberg
Í morgin fari eg aftur at spæla við babba

Hvønn dag fái eg muss, tá ið eg fari út.
Hvønn dag sleppi eg at ring ja til mammu og babba. Hvønn dag sakni eg tey.

Pápi Ára er sjúkur og má fara á sjúkrahúsið í Danmark, og mamman fer við honum. Ímeðan kemur omman at vera hjá Ára og lítlusystrini. Tað er leingi at bíða, og omman er fitt, men hon er ikki mamma og babba.

Nær koma tey heim aftur?

Ein innilig og vónrík søga um at hava foreldur, sum gerast sjúk.

Útgávuár
2024
Rithøvundar
Upprunamál
Føroyskt
Evni
Familja, sjúka
Síðutal
40
Slag
Innbundin
ISBN
9789997209139

Um høvundan

Helena Kannuberg

Helena Kannuberg (f. 1991) er føroyskur rithøvundur. Hon hevur lisið føroyskt og starvast sum námslektari í føroyskum á námsvísindadeildini á Setrinum. Helena er næstforkvinna í Málráðnum. Í morgin fari eg aftur at spæla við babba er hennara fyrsta bók. Hon hevur eisini skrivað søgur í Mína jólabók.

 

Útgávur:

2024       Í morgin fari eg aftur at spæla við babba