Savn við ævintýrum og skjaldrum við vøkrum myndprýðingum
Hetta er savn við skjaldrum, ævintýrum og søgn, sum Sofía hevur hoyrt ommu sína siga frá.
Útgávan kom á fyrsta sinni út í 1948, men er nú økt við skjaldum, søgum og myndum.
Í formæli lýsir Sofía, hvussu tað var at lurta eftir tí, ið omman segði frá, og at lesarin vil unna hesum gomlu søgum og rímum eitt lítið rúm í hjartanum.
Sofía Petersen (1884-1960) varð fødd í Havn og gekk í privatskúla hjá Fanzisku Jacobsen. 16 ára gomul fór hon at seyma fyri fólk; í 1908 fór hon niður til Danmarkar at arbeiða, kom heim aftur í 1916 og arbeiddi á skrivstovu eina tíð. Í 1926 fór hon saman við øðrum at reka seymi- og bindistovu í Havn. Hetta helt fram til 1938.
Í 1947 kom bókin Í skýmingini út við sagnum, ævintýrum og skjaldrum. Tað mesta hevur hon helst hoyrt ommu sína úr Koltri. Elinborg Lützen myndprýddi útgávuna. Sofía Petersen skrivaði eisini søgur í Mína jólabók.
Útgávur:
1988 Í skýmingini