Julia vil illa brúka bjargingarvest, tá hon skal á seiðaberg, men tað vil mamman ikki hoyra.
Julia sær eitt so vakurt igulker og roynir at fáa hendur á tí. Hon ekur longri út á kaikantin og toyggir seg við glúpinum, alt tað hon er ment. Í tí at hon fær tað stóra igulkerið í glúpin, glíður hon av kaikantinum!
Elsubeth M. Fossádal er fødd í Keypmannahavn, hon er uppvaksin og býr í Tórshavn. Hon varð útbúgvin lækni í 2007 á Københavns Universitet, og gjørdist serlækni í Almen Medicin (kommunulækni) í 2016.
Útgávur:
2022 Ein eydnufluga - søgur um Alvu og Lias
2021 Alva og Lias
2018 Julia og omman
2017 Tá ið skrubban fekk heilaskjálvta
2016 Julia og bjargingarvesturin
2015 Drongurin í grønum gummistivlum