KEMUR Í MAI: Heimalambið Nella

Betta á Dalinum
KEMUR Í MAI: Heimalambið Nella

Heimalambið Nella kemur í húsið hjá Bettu og Jóhann at vera. Nella fær eitt lítið stykki niðan fyri húsið at vera og eta gras, men tað gongur ikki so væl. Hon vil hvørki vera innibyrgd ella einsamøll. Hon berjist sum fyri lívinum fyri at sleppa út, rennur eftir hundum, óruddar í kjallaranum, órógvar á rættini, í hoyna og allastaðni, har hon er, og so er hon eisini so veðursjúk.

„Á, Nella, Nella, tú ert ein gella!“ sigur Betta.

Les stuttligu søguna um Nellu, sum Betta á Dalinum hevur skrivað, og Jana Jonhardsdóttir hevur myndprýtt.

Útgávuár
2026
Rithøvundar
Upprunamál
Føroyskt
Slag
Innbundin
ISBN
978-99972-3-114-7

Um høvundan

Betta á Dalinum

Betta á Dalinum er fødd í Klaksvík í 1958. Hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1992 og hevur verið lærari í Klaksvík, til hon fór frá vegna aldur í 2025.

Betta hevur fingist við at skriva og yrkja, síðani hon var ung, men Heimalambið Nella er fyrsta bók, hon gevur út.