KEMUR Í MAI: Sukurvatt

Elsubeth M. Fossádal
KEMUR Í MAI: Sukurvatt

"Hjálp, kom og hjálp mær!" hoyrir hann tað runga niðri úr vaskinum, so tað ekkóar um allan kjallaran. Hvør er hatta sum rópar soleiðis? Hann lirkar eitt eyga upp og skeitir niður í vaskið. Hann sær bara skínandi, blankt stál. So lirkar hann eitt eyga upp aftrat. Jú, har er okkurt niðri á botninum. Jú, mín sann! Ein tvísterta, sum hann ongantíð hevur sæð fyrr, stendur har púra einsamøll mitt niðri í vaskinum.

Útgávuár
2026
Rithøvundar
Upprunamál
Føroyskt
Síðutal
32
ISBN
978-99972-3-084-3

Um høvundan

Elsubeth M. Fossádal

Elsubeth M. Fossádal er barnabókarithøvundur og lækni úr Tórshavn. Elsubeth hevur skrivað fleiri barnabøkur og ofta sæst tað læknafakliga aftur í søgunum.

 

Útgávur:

2026 Sukurvatt
2022 Ein eydnufluga - søgur um Alvu og Lias
2021 Alva og Lias
2018 Julia og omman
2017 Tá ið skrubban fekk heilaskjálvta
2016 Julia og bjargingarvesturin
2015 Drongurin í grønum gummistivlum