Kom yvirum, Hugo

Rakel Helmsdal
Kom yvirum, Hugo

Hugo er so smátt farin at kenna seg heima í teimum nýggju húsunum, sum foreldrini hava keypt í Port Janua. Enn er hann tó keddur av, at hann býr so langt frá besta vinmanni sínum, Ravni.

Hugo er so smátt farin at kenna seg heima í teimum nýggju húsunum, sum foreldrini hava keypt í Port Janua. Enn er hann tó keddur av, at hann býr so langt frá besta vinmanni sínum, Ravni.
Hann gerst vinmaður við Stefan; og hann er ikki av Guds bestu børnum. Vinalagið hevur við sær, at Hugo er um at koma sær út í óføri. Tað fløkta lívið hjá tí forsømda Stefani er nakað, Hugo ikki hevur vitað um fyrr, og teir verða drignir upp í gamlar loynidómar, meðan teir royna at fáa alt í rættlag aftur.
Útgávuár
2003
Rithøvundar
Upprunamál
føroyskt
Síðutal
222
Slag
innbundin
ISBN
99918-1-388-8

Um høvundan

Rakel Helmsdal

Rakel Helmsdal (f. 1966) er rithøvundur og myndlistafólk. Hon er fødd á Amager, men hevur búð meginpartin av lívinum í Havn, tó eisini 5 ár í Fraklandi. Rakel arbeiðir sum sjálvstøðugt listafólk, sum høvundur, leikhússtjóri í Karavella Marionett-Teatur, undirvísari á Listaskúla Føroya og sum fríyrkisfólk í ymsum listarverkætlanum, t.d. Ung í Føroyum. Hon hevur skrivað bøkur til børn og vaksin og fleiri søgur í Míni jólabók.

 

Útgávur:

2024 Leyp nú, Eva!
2024 Skrímslaveitsla
2023 Toran gongur
2021 Reiggjan
2020 Kjarr
2019 Loftar tú mær 
2018 Miljuløtur
2017 Neyðars skrímsl
2014 Hon, sum róði eftir ælaboganum
         Skrímslakiskan
2012 Klandursskrímsl
2011 Veiða vind
        Skrímslahæddir
2010 Skrímslavitjan 
        Spitølsk í Elskar - elskar ikki
2009 Veturin hjá Undu - Úr mosakulluni 2
2008 Várferðin til brúnna - Úr mosakulluni 1
        Skrímslasótt
2007 Myrkaskrímsl
        Gott hugflog, Hugo
2006 Fimm mans til eina kvartett í Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur
        Stór skrímsl gráta ikki
2004 Nei! segði lítla skrímsl
2003 Kom yvirum, Hugo
2001 Angi av ribes í Mjørki í heilum
1998 Drekar og annað valafólk
1997 Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo?
1996 Søgur úr Port Janua
1995 Tey kalla meg bara Hugo
 
Heiður: 
2020 Mentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri Loftar tú mær
2017 Íslendska barnabókaheiðurslønin fyri Neyðars skrímsl
2016 Hon, sum róði eftir ælaboganum á IBBY Honor List
         Barna- og ungdómsbókmentaheiðursløn Útnorðurráðsins fyri Hon, sum róði eftir ælaboganum
2013 Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri bøkurnar og leikirnar Skrímslini og Veiða vind
2008 Virðisløn í stuttsøgukapping um at skriva stuttsøgu til ungdóm
2007 Barnabókaverðlaun Menntaráðs Reykjavíkur fyri Stór skrímsl gráta ikki
2004 Dimmalim heiðursløn Íslands fyri Nei, segði lítla skrímsl

1996 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs 1996 fyri Tey kalla meg bara Hugo